Hóast filmsframleiðari Steven Soderbergh stendur handan filmar sum "Traffic" og "Oceans Eleven", so vildu filmsfeløgini í Hollywood ikki hoyra talan um hansara nýggjastu verkætlan, sum snýr seg um tveir samkyndar menn.
Filmurin er ov "bøssaligur". Tað søgdu filmsfeløgini í Hollywood, tá ið filsframleiðarin Steven Soderbergh royndi at selja sína seinastu verkætlan "Behind The Candelabra". Tað skrivar heimasíðan hjá DR umvegis nypost.com.
Filmurin snýr seg um ein samkyndan undirhaldara, Liberce. Hendan leiklutin spælir Michael Douglas, meðan Matt Damon er ungi elskari hansara.
Filmurin er sambært filmsframleiðaranum tann nýggjasta verkætlanin frá honum, og hansara budget er fimm milliónir dollarar, sum sambært DR er ógvuliga bíligt fyri Hollywood filmar. Kortini er eingin áhugi fyri filminum.
- Vit høvdu tørv á fimm milliónum, men eingin vil gera filmin. Vit hava tosað við øll í býnum, og øll siga tað sama - at filmurin er ov "bøssaligur", sigur Steven Soderbergh við The Post.
Í 2005 kom filmurin "Brokeback Mountain" á marknaðin, og hesin snúði seg um tveir samkyndar menn. Hesin filmur gjørdist sera vælumtóktur kring heimin, og tí er Steven Soderbergh sera bilsin av, at eingin hevur áhuga fyri hesum filmi.
Behind The Candelabra er ístaðin keyptur av sjónvarpsfyritøkuni HBO, og eftir ætlan verður filmurin vístur seinni í ár.