Nýggjur favorittur hjá kvinnum

Kappingin í einmansleiki hjá kvinnum kemur at vera merkt av luttøkuni hjá Sigrun Smith, sum er Føroyingur búsitandi í Danmark. Hon er ein klassa badmintonspælari, sum dagliga spælir í Danmark sum er ein av sterkastu badmintontjóðum í heiminum. Tá ið oyggjaleikir vóru í Grønlandi fyri 2 árum síðani gjørdi hon eisini bart og vann gull til Føroyar. Hon var eisini ein týðandi orsøk til góðu úrslitini hjá landsliðnum, sum fekk silvur í liðkappingini.

Rivalarnir í Føroyum seinastu nógvu árini hava verið Guri Poulsen og Brynhild Carlsson. Guri er eftirhondini ein royndir Badmintonspælari. Hon hevur vunnið 7 FM-heiti, umframt hópin av FM- heitum í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Unga talentið seinastu nógvu árini hevur verið Brynhild Carlsson. Hon hevur verið í finaluni tríggjar ferðir á rað. Enn hevur hon tó ikki megnað at koppa Guri í FM-finaluni; men fyri einum mánaði síðan vann hon rættiliga sannførandi á Guri í Hvonn Open kappingini. Hinvegin so vann Guri Grand Prix kappingina. Eitt er vist, og tað er at um Guri ella Brynhild skulu hava nakran møguleika at vinna á Sigrun, so mugu tær spæla upp til sítt allarbesta og eitt sindur afturat.