Nýggjur føroyskur lýsingarfilmur

Lýsingarfilmurin Faroe Islands - Children of the Sea varð í dag 17. mai frumsýndur á tiltaki í Smæruni, har 4. útbjóðingarumfarið eftir kolvetni í føroyskum øki bleiv latið upp.

Children of the Sea skal marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnu tjóð og maritimur tænastudepil. Lýsingarfilmurin er gjørdur í einum samstarvi millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið. Kovboyfilm hava staðið fyri framleiðsluni.

Filmurin skal lýsa Føroyar sum sjóvinnu tjóð, framúrskarandi serkunnleikarnar innan maritima økið og hentleiknarnar Føroyar hava at bjóða fram sum maritimur tænastudepil. Filmurin er stuttur og fangandi, tí ætlanin er, at filmurin eisini skal nýtast á sosialum miðlum.