Ein nýggjur føroyskur tónleikabólkur fer leygarkvøldið at spæla á Skarv í Keypmannahavn. Talan er um tónleikarar, vit kenna frá fleiri føroyskum bólkum, sum hava sligið seg saman í Keypmannahavn, har teir leygarkvøldið fara at spæla kendan tónleik frá áttatiárunum og fram til dagin í dag.
Teir fimm, sum manna bólkin, eru Hans Petur í Brekkunum á sang og saxofon, Pætur vi Keldu á sang og tangentum, Sveinur Dam á sang og gittar, Arnold Ludvig á bass og Carl Johan Højgaard Simonsen á trummum.
Bólkurin byrjar at spæla ein tíma eftir midnátt, tað vil siga klokkan eitt sunnumorgunin. Fyriskipari er FO Invasion.