20 ára gamli miðverjin Michael Mancienne er tikin út til enska landsliðið. Spælari er sáttmálabundin við Chelsea, men har standa stjørnurnar í kø fyri at spæla, so Mancienne hevur verið leigaður til Wolverhampton. Har hevur hann spælt so væl, at Fabio Capello hevur tikið hann út til venjingardystin hjá Onglandi ímóti Týsklandi mikukvøldið.