Nýggjur dokumentarfilmur um grípandi lagnusøgu

»Jag vill bli dansk« er misskiljandi heitið á einum spildurnýggjum dokumentarfilmi um Trónd Bærentsen, ið eftir røttum vil gerast føroyingur. Filmurin, ið er ein søga um samleika, er partvís tikin upp í Føroyum. Ein grípandi lagna um systkin, sum verða tikin frá foreldrum og heimlandi sínum

Tað er umleið eitt ár síðani, at sviin Thomas Fahlander ringdi til mín og spurdi meg um nøkur viðurskifti í Føroyum. Tá var hann á veg til Føroya, og eg fekk ikki meira at vita, enn at hann var í ferð við at spæla ein film inn.

Hann er journalistur og filmsframleiðari, og frá byrjan fekk hann stuðul frá Nordisk kulturfond fyri at skriva eina skaldsøgu, har Føroyar høvdu ein tíðandi leiklut.

Fyri at fyrireika seg meldaði hann seg til eitt skeið í føroyskum á fróðskaparsetrinum í Uppsala.



Hitti Trónd

Men tá hann kom til Uppsala, hitti hann Trónd. Tróndur, sum í tímanum hevði greitt frá, at orsøkin til, at hann vildi læra seg føroyskt var, at hann hevði lovað einkarsystir síni tað, áðrenn hon doyði. Systurin vaks upp í Føroyum saman við pápa teirra.

Tróndur hevði eina søgu at greiða frá, og tá Thomas hevði hoyrt hana, legði hann skaldsøguna, sum hann ætlaði at gera við Føroyum sum karmi, frá sær og byrjaði við filminum um Trónd, ið nú hevur fingið heiti »Jag vill bli dansk«.

Tróndur Bærentsen varð føddur í 1960 í Keypmannahavn. Mamman var svensk og pápin havnamaðurin, Eiler Debes Bærentsen.

Tróndur hevði eisini eina systur, Katja Bærentsen, ið var yngri enn hann.

Hjúnarlagið hjá foreldrunum var trupult, og mamman kláraði ikki at uppihalda børnunum sjálv. Tróndur endaði tískil á barnaheimi í Keypmannahavn.

Seinni kom hann til eina fosturfamilju í Værmland í Svøríki, har hann varð búgvandi.



Svii dømdur til pápa

Tá foreldirni nøkur ár seinni vórðu sundurlisin, tók Eiler Debes Bærentsen faðirskapin til Trónd aftur. Ein svii var í staðin dømdur til pápa at Tróndi, sum mamman eisini hevði verið saman við um ta tíðina.

Hetta fekk Tróndur einki at vita um, fyrrenn hann var 18 ára gamal. Hann hevði alt sítt lív hildið, at hann var føroyingur.

At fáa hetta at vita vendi upp og niður upp á lívið hjá Tróndi. Nú var hann brádliga svenskur statsborgari, hann, sum altíð hevði verið kallaður »danskarin í Værmlandi«. Danskari, tí at fyri flestu sviar eru Føroyar bara ein partur av Danmark.



Kontakt við Katju

Hann og systurin Katja hildu hóast truplu viðurskiftini kontaktina og ferðaðust eisini til Føroyar saman. Katja vaks upp í Føroyum saman við pápanum, Eileri, men uppvøksturin var trupul.

Katja flutti seinni til Ålborg og Stockholm, har hon barst við rúsevnismissnýtslu. Í juni 1989 varð hon funnin deyð.

Tróndur syrgir enn systrina, og tá hann er í Føroyum, tekur hann ein posa av føroyskari mold yvir við til Svøríkis og plantar eitt træ í henni.



Tekur DNA roynd

Spurningurin hvør pápi hansara er tekur øguliga stórt pláss í lívinum hjá Tróndi. Hann vil ikki viðganga, at sviin, sum var dømdur til pápa hansara, er pápi. Hann roynir í filminum at taka DNA roynd, men fær einki svar.

Hann kennir seg sum føroying og vitjar eisini familjuna Bærentsen, tá hann er í Føroyum. Men heilt vísur um, hvør pápi hansara er, verður hann nokk ongantíð.

– Tað er torført hjá okkum, ið ikki ivast í, hvar vit koma frá, at ímynda okkum støðuna hjá Tróndi, sigur Thomas Fahlander, ið hevur gjørt filmin.

Tróndur sigur í filminum, at eitt menniskja er sum eitt pusslispæl við bitum frá ymiskum forfedrum. At ikki vita hvørjir teir eru ger, at tú ikki kennur seg heilan.

At fáa eitt danskt pass fyri at fáa upprunan í lívinum váttaðan, er eitt av málunum hjá Tróndi, og tað eydnast honum í veruleikanum í endanum av filminum.

– Tað kom sum ein vælkomin jólagáva, sigur Tróndur.

Filmurin er gjørdur við stuðli frá Nordiska Kulturfonden og Film i Dalarna. Og gongur tað eftir ætlan, skal hann vísast í Svøríki, Danmark og Føroyum.











---



Halló Tróndur Bærentsen



Hvat hevur tað merkt fyri teg at gjørt hendan filmin?

– Tað var meiningin, at eg og Katja skuldu skriva eina bók um okkara lív, og tað vit høvdu verið við um. Men so doyði hon, og tað bleiv eingin bók.

– Við filminum kenni eg at havi hildið eitt lyfti, sum eg og Katja lovaðu hvørjum øðrum.

Hevur tú nakað samband við familjuna í Føroyum í dag?

– Ja, tá eg havi verið í Føroyum í 2007 og 2011 havi eg vitjað tey. So eg haldi, at vit hava eitt gott forhold.

Hevur tú brúkt títt danska pass?

– Nei, tá má eg ferðast uttan fyri Norðurlond, og tað havi eg ikki gjørt enn. Men tað kendist væl at fáa passið. Sum um ein long ferð var komin at enda og málið nátt.