Nýggjur dani í StÍF

Ávísar broytingar eru hendar í hópinum hjá StÍF í mun til síðsta kappingarár. Spælandi venjarin, Jakob Jónson, er ikki í felagnum longur, tí hann er farin at venja kvinnurnar hjá Neistanum. Heldur ikki íslendski stórskjúttin, Finnur Hansson, er at finna í StÍF longur. Hann er farin til meistararnar úr Kyndli, og m.a. av hesi orsøk hava strandingar fingið ein nýggjan dana afturat hópinum. Talan er um 31 ára gamla Danny Syhler, sum m.a. skal styrkja um bakketuna hjá strandingum.