Nýggjur dagur til LÍF og B71

Toppdysturin í næstbestu fótbóltsdeildini verður spældur týskvøldið 30. mai. Hetta hava B71 og LÍF gjørt av í samráði við Fótbóltssambandið. Dysturin skuldi eftir ætlan verið spældur seinasta vikuskiftið, men líkindini vóru ov vánalig til fótbólt í Leirvík hendan dagin. Dysturin var settur í gongd, men tað var ikki spælandi, og dómarin steðgaði dystinum aftur. B71 og LÍF liggja greitt á odda í 1. deild.