Opel kemur við nógvum nýggjum modellum í ár. Ein av nýggjheitunum er Opel Crossland X.
Crossland X er eitt samstarv millum General Motors (Opel) og PSA (Peugeot Citroën). Bilurin skal framleiðast á eini Opel-verksmiðju í Zaragoza í Spania.
Opel Crossland X er ein praktiskur bilur við viðførisrúmi upp á 410 litrar, men við tað at baksetrið kann flytast 15 cm fram, verður tað heilar 520 litrar. Við eini longd upp á 421 cm og breidd upp á 176,5 cm og hædd upp á 1.59 cm er bilurin eitt sindur styttri og lægri enn Opel Mokka X.
Eins og t.d. Opel Adam verður Crossland X at fáa tvílittur, har takið hevur annan lit enn restin av bilinum.
Eftir ætlan kemur Opel Crossland X á marknaðin tíðliga í heyst.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/