Klaksvík:
Ein sera flottur Volvo bussur hevur koyrt millum Klaksvík og Viðareiði síðani mikudagin.
- Bussurin kom upp niðri frá mánadagin og til Klaksvíkar týsdagin, greiðir Hans Jon Askham frá. Hann og pápin, Olivar Askham, umsita alla rutukoyring, sum er í Norðoyggjum.
- Tað er ein himmalvíður munur á at koyra hendan og so tann gamla, sum nú var blivin 15 ár, sigur Hans Jon og vísir á, at í tí nýggja bussinum er alt elektroniskt stýrt.
Hans Jon greiðir frá, at tað mest er koyring við skúlabørnum. Tey hava eisini verið avbera spent til tann nýggi bussurin fór at koma. Bussurin var eitt sindur seinkaður, so tey gingu og spurdu so gott sum hvønn dag, nær tann hann fór at koma.
- Tey fara avbera væl við bussinum, tað skulu tey eiga. Men tað hevði eg eisini væntað, so spent tey hava verið, sigur bussførarin.
Fólk tosa onkuntíð um at bussarnir koyra tómir onkrar túrar. Men Hans Jon heldur ikki, at tað kann umgangast.
- Onkran túrin er bussurin tómur, men hvat skal ein gera? Tað er bara so. Tað ber ikki til ongan buss at hava bara tí hann er tómur onkrar túrar, heldur hann.
Hans Jon sigur eisini, at ein nýggjur bussur í Norðoyggjum er nakað serligt.
- Tað er ein størri hending er enn tað til dømis er í Eysturoynni, heldur hann.
Hans Jon og Olivar yvirtóku busskoyringina í Norðoyggjum fyrr í ár. Ruturnar hjá Askham bussum eru tríggjar í tali. Leið 500, sum er millum Klaksvík og Viðareiði, leið 504 millum Klaksvík og Kunoy og leið 506, sum er millum Syðradal og Trøllanes á Kalsoynni.