Eitt tað minsta bygdaráðið í Føroyum, Fámjin, hevur nú skipa seg. 1. januar taldi Fámjins kommuna 86 íbúgvar. Kommunur við færri enn 100 íbúgvum hava tríggjar limir í bygdaráðnum og innvaldir á valinum blivu Jóanis Lisberg, Arnbjørn Ingi í Smiðjuni og Arni Nielsen.
Jóanis Lisberg gjørdist borgarstjóri. Hann var eisini fyrst valdur vð 22 atkvøðum. Arnbjørn í Smiðjuni bleiv varaborgarstjóri.
Jóanis Lisberg er úr Sumba og sambært Arna Nielsen, so hevur Fámjins kommuna havt borgarstjórar aðrastaðni frá tey seinastu 20 árini. Seinastu átta árini hevur Eyðdis Ellendersen siti sum borgarstjóri. Hon er úr Øravík.
Áðrenn hana sat Elin Nielsen borgarstjóri í 12 ár. Hon er ú Mikladali.