– Borgaralistin í Vestmanna vil við hesum siga frá, at vestmenningar helst fara at hava minst tveir listar at velja í til kommunuvalið 8. november.
Soleiðis siga tey fýra, sum stilla upp fyri Borgaralistan í Vestmanna í skrivi til miðlarnar. Tey trý, sum higartil eru komin á listan í Vestmanna eru Símin Jákup Højsted, Ingi Olsen, Hilbert Elisson og Martha H. Joensen.
– Til seinasta kommunuval í Vestmanna var bert tann eini listin, tí áhugin fyri uppstillingini var so lítil. Tann eini listin var enntá ein samanrenning av tveimum listum, sum høvdu umboðan frammanundan í Bygdarráðnum tá, skriva tey.
Tí, siga tey, at stig eru tikin til, at hava minst ein lista afturat hesuferð. Eisini fyri at skapa størri áhuga fyri Bygdarráðsarbeiðinum.
– Ein breiðari fólkslig umboðan gevur betri góðsku í so tíðandi arbeiði fyri borgaran, siga tey fýra, sum fyribils eru komin á listan, sum ikki er liðugur enn.