BMW satsa upp á at selja 150.000 av 1-røðini, sum kemur á marknaðin í heyst. Talan verður um ein bil í sokallaða Golf-klassanum.
Tá BMW 1 kemur á marknaðin í heyst, verður tað sum hatchaback við 5 hurðum. Í 2005 kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein coupé. Seinni kemur eisini ein stationcar.
Í fyrstu atløgu verða motorarnir hesir: 1,8 og 2,0 litur bensinmotorar við ávikavíst 120 og 160 hk. og tveir diesel við ávikavist 115 og 150 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna.
BMW 1 kemur at skilja seg út frá kappingarneytunum, við tað at motorurin er upp á longs, og hann verður drivin av bakhjólinum, sum er óvanligt fyri ein bil í hesum klassanum.
Eitt er bilurin, eitt annað verður prísurin. Væntandi verður BMW 1 nakað dýrari enn t.d. VW Golf og Opel Astra.