Nýggjur íblastur til frisørar

So hava føroysku hárfríðkanardamurnar aftur fingið nýggjan íblástur. Og áhugin er stórur, tí á Wella skeiðnum, sum varð hildið leygardagin, vóru metnógvir luttakarar

Tað var Poula McGavin, ið eigur og rekur salong McGavin í Havn, ið var primusmotor handan tiltakið.

- Tað vóru 95 luttakarar á skeiðnum, og tað er tað mesta nakrantíð í Føroyum, segði ein glað Poula, sum tó hevði nógv um oyruni, tá vit hittu hana, beint eftir skeiðið var liðugt.

Spurd, hvør orsøkin var, at so nógvir luttakarar høvdu teknað seg, svarar Poula, at tað er so langt síðani, at nakað skeið seinast hevur verið í Føroyum, at tær flestu frisørarnar allarhelst hava havt tørv á nýggjum íblástri. – Og, leggur Poula afturat, tær flestu munnu vera við uppá at fáa onkra broyting nú.

Poula er einaumboð uppá Wella í Føroyum, og tað er tí, at hon hevur fingið teir báðar undirvísararnar frá Wella at koma heim at halda skeið.

- Hetta eru fólk, sum einki annað gera, enn at ferðast runt um allan heimin og fylgja við í hármótanum. So undirvísa tey í tí nýggjasta, umframt at tey eisini eksperimentera sjálvi við Wella vørum og nýggjum hársniðum, greiðir Poula frá.

Tað, sum var sýnt fram á skeiðnum, verður allarhelst tað, ið verður at síggja her heima komandi tíðina, og Poula leggur dent á, at hetta eisini er tað, sum er smart úti í heimi beint nú.

- Tey hava akkurát verið í London, Barcelona og Milano, og tað, sum vit sóu í kvøld var teirra tulking av øllum tí smartasta, sum er at síggja úti í heimi júst nú.