FÓTBÓLTUR
– Eg havi sjálvur sagt, at okkum tørvaði bretskan íblástur, millum annað tí vit ikki ordiliga hava sæð tann fantastiska viljan, sum eyðkendi landsliðið onkuntíð tey fyrstu árini, sigur Uni Arge, sum við sínum átta málum í 37 landsdystum fyri Føroyar hevur skotið triðflest landsliðsmál.
– Bretar hava »spirit«, sum teir rópa tað, og eg ivist ikki í, at hesin írski venjarin, við øllum sínum royndum, kann gera mun í so máta. Tí er tað ein kærkomin nýggjur íblástur at fáa til føroyska fótbóltslandsliðið, at vit hava hugt aðrar vegir, nú vit hava fingið nýggjan landsliðsvenjara.
Sjálvur viðgongur Uni Arge, at hann gjørdist ikki sørt bilsin, tá hann hoyrdi navnið á nýggja venjaranum, tí Brian Kerr er altso ikki hvør sum helst.
– Eg hevði kanska ikki roknað við, at teir kláraðu at fáa fatur í einum kapasiteti, sum hevur verið A-landsliðsvenjari fyrr og eisini hevur klárað at fingið so góð úrslit við ungdómslandsliðunum, sigur Uni.
– Men Brian Kerr hevur víst, at hann dugir bæði at fáast við ungdóm og at fáa liðini fram í fremstu røð í Europa, umframt at hann dugir at fáa A-landsliðið hjá einum stórum landi heilt fram í fremstu røð. So tú kanst siga, at vit hava gjørt kvetti!










