Nýggjur biskupur í Íslandi

Katólska kirkjan: Fyrr í mánaðinum útnevndi Benedict 17. pávi nýggjan biskup yvir bispadømið í Íslandi. Nýggi biskupurin, Pierre Burcher (myndin), hevur higartil virkað sum hjálparbiskupur yvir sveitsisku stiftini, Lausanne, Geneve og Fribourg. Hann kemur fyri Jóannes Baptist Matthijs Gijsen, sum er farin frá vegna aldur. Katólska kirkjan í Íslandi hevur 6.451 limir.