Johan í Kollafirði og kona hansara, Rakul Dalsgaard hava nú gjørt ein barnasang, sum kann finnast á netinum.
Tey bæði eru sera aktivt, tá ið umræður at gera útvarp og at gera løg, og tað nýggjasta frá teimum er ein nýggjur barnasangur.
Tað er Rakul, sum syngur sangin.
Sangurin snýr seg um eina unga gentu í fólkaskúlanum, sum er forelskað í einum drongi. Hon hevur lagt eitt twix í hansara tasku, men torir ikki at siga honum, at tað var hon.
Hon hevur verið og hugt eftir honum, tá ið hann spælir dyst, og ætlar sær at geva honum ein seðil, har hon spyr um forlovilsi. So fara tey bæði at liva lukkuliga saman. Unga
prinsessan og hennara prinsur á tí hvíta hestinum, fara at liva saman í teirra nýggja kongaríki.
Sangurin kann hoyrast her:
www.reverbnation.com/play_now/song_14423271