Ansing
Hvalvík:?Hann er spildunýggjur og sera væl innrættaður. Gjørdur beinleiðis til endamálið, og tað tykist rokkið, sigur leiðarin á nýggja dagstovninum í Hvalvík.
Beint framman fyri skúlan í Hvalvík standa eini spildunýggj hús, sum líkjast einum ovurstórum sethúsum. Stórt skelti frá Norðsetri er á skjøldrinum. Hetta er barnagaðrurin, sum varð tikin í brúk í seinastu viku.
Staðið er væl valt. Burtur frá høvuðsvegnum, sum fer um Streymnesoyruna. Frammi í Dalinum oman móti ánni.
?Tað verður nakað av ferðslu niðan til Saksunar um summarið, siga tey á barnagarðinum, men tí kunnu vit væl liva við. Fara vit fram í Dalin, kunnu vit ganga fram við ánni.
Og júst ánna vænta tey at fara at brúka í stóran mun, har hon fer sjóðandi beint undir vindeyganum.
Umframt er økið rundan um sjálvan bygningin asfalterað, so lætt er at seta eitt nú eitt uttandura spælipláss upp.
Irena Olsen, leiðari í barnagarðinum, sigur, at tey í løtuni hava 33 barnagarðsbørn. Umframt eru so sjey skúlabørn, sum koma í barnagaðrin eftir skúlatíð. Men til várs aftur koma 12 vøggustovubørn afturat. Tey fara at halda til í niðaru hæddini, sum enn ikki er liðugt innrættað.
Hvalvíkar Kommuna hevur havt kommunala dagrøkt, sum nú verður niðurløgd, tá stovnurin er fult útbygdur. Tær, sum hava passað børn í barnagarðsaldri, eru givnar, og summar hava fingið starv í barnagarðinum.
Hvalvíkar Kommuna er í menning sæst á byggingini, sum er báðu megin ánna. Og fólk hava áhua at flyta til, veit barnagarðsleiðarin at siga.
Irena Olsen greiðir frá, at kommunan hevur lagt uplýsingar um barnagarðin út á heimasíðu sína, og tað hevur fingið fólk at vísa áhuga. Dømi eru um fólk, sum eftir at hava sæð hemasíðuna, hava spurt seg fyri um grundstykki, tí tey hava møguleika fyri barnaansing, sigur hon.
Nýggi barnagarðurin er teknaður hjá teknistovuni West Tech í Sørvági, og Norðsetur í Hvalvík hevur smíðað. Sum stovnurin stendur í dag, kostar hann knappa hálvafjórðu millión. Tá alt er liðugt, fer hann væntandi at standa í umleið 4,4 miliónum krónur.