Í morgun kl. 7.15 lat nýtt bakarí upp í miðbýnum í Havn. Tað er Heimabakaríið í Sørvági, sum letur upp nýggja bakarahandilin í høvuðsstaðnum. Heimabakaríið hevur havt bakarahandil í Sandavági, men hevur annars bara virkað sum heilsølu bakarí síðani tey byrjaðu í 2001.
Í morgun fingu tey so sína fyrsta bakarahandil, og miðbýurin í Havn hevur fingið ein avloysara til Frants Restorff í summar. Heimabakaríið heldur til í Sverrisgøtu 7 og fer at hava opið hvønn dag í vikuni.