Eftir eyakaaðalfund í farnu viku hevur nevndin í B36 umskipað seg. Størsta broytingin er, at Sjúrður Norðbúð ikki longur er formaður í felagnum. Tann sessurin er nú yvirtikin av Per Hansen, sum varð valdur í nevndina á eykaaðalfundinum. Per hevur tó í fleiri øðrum umførum verið í nevnd hjá B36, og tí er talan ikki um nakran nýggjan mann, sum nú tekur við formanssessinum.
Nývaldur í nevndina var eisini Gunnar Reynslág. Hesin er nú kassameistari í felagnum.