Tvøroyrar Býráð hevur sett Jónleyg Bech Petersen í starv sum býráðsskrivara í Tvøroyrar kommunu. Á heimasíðuni sigur býráðið, at Jónleyg b. Petersen hevur drúgvar royndir innan kommunala umsiting. Hon varð útlærd innan skrivstovuyrkið við sergrein í almennari fyrisiting í 2002 og er Í fer við at taka akademiútbúgving í leiðslu á Føroya Handilsskúla i Havn. Hon hevur arbeitt í umsitingini hjá Tvøroyrar kommunu í nærum 9 ár, harav seinasta árið sum virkandi býráðsskrivari.










