So vóru aftur rembingar í Tórshavnar býráð. Tað er ikki so langt síðani, at minnilutin í býráðnum brádliga fekk meirilutan í fleiri týðandi býráðsnevndum, tá fólkafloksmenninir Ingi Mohr og Páll Petersen tóku seg úr táverandi meirilutanum.
Seinni fór Páll Petersen tó aftur til sínar gomlu partamenn. Men við Inga Mohr kundi táverandi minnilutin taka valdið í fleiri týðandi nevndum, og hetta hevur gjørt tað trupult hjá samgonguni millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin at arbeiða.
Leygardagin klokkan 18 hendi so enn ein kollvelting í býráðssamansetingini.
Tá gjørdu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Ingi Mohr av at skipa seg í samstarv.
Javnaðarflokkurin, ið eigur tvey umboð í býráðnum, hevur gjørt av at taka seg úr verandi samgongu.
Hetta merkir, at Javnaðarflokkurin fer aftur at fáa formanssessin í Sosialu nevnd, meðan Sambandsflokkurin fær formannin í Bý- og byggiskipanarnevndini, har Fólkaflokkurin eigur formannin í løtuni.
Heðin Mortensen, býráðslimur hjá Sambandsflokkinum sigur við Internetsosialin, at Tjóðveldisflokkurin er vælkomin upp í samstarvið. Uttan tjóðveldisflokkin hava Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Ingi Mohr 8 limir av 13.
Kemur Tjóðveldisflokkurin uppí, hava teir 10. Tá verður so bara Fólkaflokkurin uttanfyri við sínum trimum limum.
Heðin Mortensen fegnast um, at Javnaðarflokkurin hevur tikið stig til at fara úr samgonguni, og hann sigur seg væl skilja javnaðarumboðini, tí hesi fáa ikki samarbeitt við Fólkaflokkin.
Heðin Mortensen sigur, at við nýggja meirilutanum í býráðnum fer at verða lættari at fremja tær so týðandi uppgávurnar á barnaansingarøkinum og innan eldrarøktina.