Handil
Niels Mortensen eigur stóru bygningarnar á Borðoyarvík, har gamla spinnaríið er, og har studio hjá Rás 2 er.
Í eina tíð hevur verið alment kent, at SMS-maðurin arbeiðir við eini ætlan, sum í fyrsta lagi hevur til endamáls at hýsa einum nýggjum Bónus-handli í øðrum av hesum bygningum.
Niels Mortensen váttar fyri Sosialinum, at tekningar í løtuni verða gjørdar av einum felag í útlandinum, sum SMS samstarvar við.
- Vit hava sett ferð á hetta arbeiði, og eg vænti, at fyribils tekningar fyriliggja seinni í hesum mánaðinum.
SMS-maðurin vil einki siga um, hvussu heildarætlanin sær út, fyrr enn tekningarnar eru á borðinum, tí enn veit hann ikki, um tað, sum teir skjóta upp, letur seg gera.
Hann dylur kortini ikki, at tað í fyrsta lagi verður ein nýggjur Bónus-handil, sum lunnar verða lagdir undir á Borðoyarvík.
Spurdur, um hugsandi er, at talan kanska verður um eina avmarkaða handilsmiðstøð, sigur hann, at tað vil hann einki siga um í løtuni.
- Áðrenn vit kunnu siga nakað um ítøkiligu verkætlanina, er neyðugt, at vit fyrst fáa at vita, hvat er møguligt, sigur Niels Mortensen.
SMS-stjórin sigur, at teirra ætlan á Borðoyarvík ikki verður ávirkað av, hvat Føroya Keypssamtøka ella aðrir útbjóðaðar fara at gera í Klaksvík.
- Vit hava í fyrsta lagi okkara ætlanir við einum nýggjum og tíðarhóskandi Bónus-handli, og vit vóna, at hesin stendur liðugur og kann takast í nýtslu áðrenn langt um leingi.
Spurdur, um hugsandi er, at nýggjur Bónus-handil stendur liðugur til jólar í ár, sigur hann:
- Tað hevði sjálvandi verið ein ynskidreymur, men eg tori ikki at siga, um vit náa so langt í hesum árinum, sigur Niels Mortensen, stjóri.