Nýggjur bólkur við nýggjum sjónbandalagi

Bólkurin Quarter To Three hevur sína fyrstu framførslu í Klaksvík fríggjakvøldið, men bólkurin kann longu nú upplivast í nýggjum sjónbandalagi.

 

Quarter To Three er mannaður við Magna Husgaard, Dánjal Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen. Teir spæla egin løg á føroyskum og enskum.

 

Fyrsti sangurin frá bólkinum er nú almennur. Sangurin kallast Saman Við Tær, og á hesum sangi er Asta Højgaard, sum eisini er kend úr Faroe5, gestasangari. Eisini er Herluf Lutzen við á gittar.

 

Fyrsta framførslan hjá Quarter To Three verður í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 21.00.

 

Síggj sjónbandalagið her: www.youtube.com/watch