Nýggjur bólkur við nýggjum leiki

Nýggjur sjónleikarabólkur frumsýnir leik leygarkvøldið við íblástri úr føroyskum søgum og sagnum. Hesaferð eru søgubrotini úr Gjáar søgu. Leygarkvøldið klokkan 20 frumsýnir sjónleikarabólkurin, DetFeröscheCompagnie, leikin tey kalla »Indberetninger fra en Rejse i Færø«, eftir heitinum hjá Jens Christian Svabo.

Tey, sum mynda bólkin, eru Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Sámal Blak, Jens L. Thomsen og Kjartan Hansen. Aftrat sær hava tey Árna Baldvinsson, ljósmakari, Kjartan Jespersen, ljóðmann og Gunnvá Zachariasen úr bólkinum Tvazz.

Tey hava tikið fýra høvuðsbrot úr Gjáar søgu, sum tey byggja tíma langa leikin upp um. Tey hava einki leikrit, men sum tey siga vænta tey at hava eitt, tá leikurin er liðugur.

Hetta er ikki ókent fyribrigdi, og verður nevnt devised theatre.

Tað verður ikki bert ein øðrvísi uppliving hjá áskoðarunum, tí tey eru ætlað at ganga runt á pallinum og fylgja teimum báðum leikarunum, Kristinu Sørensen Ougaard og Kjartan Hansen. Ljóð- og ljósmenn verða tó eisini ein partur av leikinum.

Leikurin verður ikki gamal á Tjóðpallinum. Hann verður frumsýndur leygardagin 15. januar og síðani sýndur fram til hóskvøldið 20. januar, øll kvøldini klokkan 20.

- Vit mugu geva pláss til næstu stóru uppsetingina hjá Tjóðpallinum, Bíða eftir Godot, sum Eyðun Johannesen fer at leikstjørna, sigur Búi Dam.

Indberetninger fra en Rejse i Færø er settur upp í einum samstarvi millum DetFeröscheCompagnie og Tjóðpall Føroya.