Nýggjur Avensis í vár

Ein heilt nýggjur Toyota Avensis kemur á marknaðin í vár. Talan er um ein bil, sum onki hevur til felags við forgangaran uttan motorarnar. Designið minnir mest um VW og Audi

Tá Toyota Carina bleiv til Avensis fyri umleið fýra árum síðan, vóru ikki tær stóru designbroytingarnar at síggja. Hesaferð er talan um ein heilt nýggjan bil.
Tað verður alt meira vanligt at firmabilar og familjubilar hava sportligar koyrieginleikar. Vit hava sæð tað í fleiri av teimum nýggju bilunum, sum eru komnir á marknaðin í seinastuni. Til undirvognin á nýggja Avensis hava Toyota brúkt sama koncept sum til sportvognin Celica. Tað eru ikki einans koyrieginleikarnir, teir hava gjørt nógv burturúr, designið er nýtt og í smartum evropeiskum stíli. Sum vit síggja á myndunum, kundi bilurin fyri tað verið týskur. Avensis er teknaður á ED2-designteknistovuni í Fraklandi, sum eisini hava teknað Yaris og Corolla. Ein nýggjur motorur verður á skránni, tað er ein 2,0 litur dieselmotorur við 116 hk og nýggja umhvørvisvinarliga D-CAT filtrinum, sum minkar munandi um dálkandi útlátið frá útstoytinum. Antispinn verður standard í øllum útgávunum.