Fjarskifti
Í blaðnum í gjár stóð at lesa um part av einum fyrilestri, ið Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele, helt á KT-messuni, ið var 19. og 20. apríl.
Í sínum fyrilestri víst Andras Róin eisini á nøkur tøl, ið vístu støðuna á fjarskiftismarknaðinum og serliga leiklutin hjá Føroya Tele.
Meira GSM
Myndin yvir marknaðarøkini hjá Føroya Tele sá einaferð soleiðis út, at so gott sum alt av virkseminum og inntøkunum hjá fyritøkuni vóru frá fastnet ? innanlands einans. 1990 var 82% av nettosøluni og býtinum fastnet. Hetta hevur broytt seg til 56% í 2000 og roknað verður við, at tað verður 27% í 2005.
Útfrá hesum duga vit at síggja, at útviklingurin hevur verið heilt øgiligur. Eitt av teimum stóru hittunum hjá Føroya Tele seinastu árini er fartelefon og serliga GSM. Vit frættu í sambandi við roknskapin hjá teimum, at inntøkurnar frá GSM bara í 2001 vóru um 70 milliónir kr., og hetta er ein av fremstu orsøkunum til, at Føroya Tele gevur eitt risayvirskot. Sum dømi kunnu vit nevna, at í mars mánaði 2002 vóru 27.594 GSM-felagar, og hetta er væl hægri enn talið av fastnet kundum. Í fjør fór talið av GSM kundum nevniliga uppum talið av fastnet kundum. Væntandi er, at hendan gongdin heldur fram, soleiðis at GSM parturin verður nógv størri enn.
Gongdin er stutt sagt tann, at nýggj virðisøki skapa meirvirði hjá Føroya Tele, eins og væntandi eisini hjá øðrum fyritøkum.
Í sínum fyrilestri segði Andras Róin, at teir støðugt arbeiða framímóti at betra seg og vinna meira á øðrum virðisøkjum enn tey, har teir sum nú gera seg galdandi.
Eitt nú vinna teir rættiliga nógvar pengar burturúr SMS. Tað vísir seg, at sjálvur minuttaksturin bert ein lutfalsliga lítil partur av inntøkunum í sambandi við GSM-økið. Knappar 20 milliónir sms vórðu send í fjør, og hetta hevur skap eitt munandi fyri Føroya Tele.
Eisini Internet fyllir ein part av inntøkunum hjá Føroya Tele. ì 2000 var hetta 9%, og støðugt hava fleiri kundar lagt seg afturat sum Internet kundar.
Føroya Tele hevur mist ein stóran part av sínum kundum við føstum Internet sambandi til aðrar veitarar.
Ein partur, ið Føroya Tele enn ikki vinnur so ovurhonds stórar mongdir á, er Roaming. Hetta er í sambandi við GSM, har nýtarar úr øðrum londum hava teirra GSM-telefon við í onnur lond og nýta hana her. Eins og føroyingar nýta teirra GSM-telefon í øðrum londum. Andras Róin vísti á, at hjá eitt nú Telefonica í Spania koma helvtin av inntøkunum frá frammanundan GSM-telefonum.
Arbeitt verður framímóti at fáa fleiri virðisøki til Føroya Tele, og tað næsta verður væntandi fylgissveinasjónvarp.