Níggju var toppurin

Símun Midjord úr Havn var eftir fyrsta umfarið av EM-kappingini einsamallur á fremsta plássinum. Hann hevði gitt níggju av fjúrtan úrslitum

Eftir dystirnar mikukvøldið, sum vórðu leikti eftir evstamark okkara, er bólkaspælið í EM liðugt. Funnið er fram til, hvørji lond eru við í fjórðingsfinalunum, og samstundis merkir hetta, at EM-kappingin hjá Sosialinum og Kiosk Steinatún flytir seg úr næsta til triðja umfar.
Við evstamark okkara var sjálvandi ikki greitt, hvussu úrtøkun hjá ymsu veddarunum hevur verið eftir tey bæði fyrstu umførini, men eftir fyrsta umfar var í øllum førum ein veddari, sum hevði lagt seg á odda.
Tað var Símun Midjord úr Havn, sum var einasti veddarin við níggju røttum dystum. Ein úrtøka, sum svarar til 75%, og tað má sigast at vera sera flott.
Hann er tó ikki tann einasti, sum hevur verður stinnur í gitingunum. Eftir fyrsta umfarið eru átta aðrir veddarar í hølunum á honum við átta røttum dystum, so enn er langt eftir á mál til stóra høvuðsvinningin.
Fremstu veddararnir eftir fyrsta umfarið vóru annars hesir:

Veddarirøtt/12
Símun Midjord9
Ólavur Ø. Hansen8
John Petersen8
Dánjal Joensen8
Levi Jacobsen8
Heri Simonsen8
Jens Petur av Reyni8
Róaldur Jacobsen8
Jákup Bogi Joensen8