Í Kina hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr, at ein níggju ára gomul genta hevur átt ein barn, og fjølmiðlarnir ivast ikki í, at hon er ein tann yngsta mamman í heiminum.
Sagt verður, at barnið varð tikið við keisaraskurði á einum sjúkrahúsi í býnum Changchun har norðuri í landinum í gjár, og at bæði mamma og barn hava tað gott.
Foreldrini hjá teirri níggju ára gomlu gentuni hava sagt løgregluni frá málinum. Eftir kinesiskari lóg verður keynslig samvera við barni undir 14 ár tevsað sum neyðtøka.
Tann yngsta mamman, sum vit vita um, var Lina Medina í Peru. Hon var fimm ára gomul, tá hon fekk eitt barn í 1939.