Níggju ára gamal skeyt beiggja sín

Ein tvey ára gamal drongur í amerikanska býnum Los Angeles varð so meint raktur av einum skoti um vikuskiftið, at hann doyði eftir at vera komin á sjúkrahúsið. Løgreglan í býnum sigur, at níggju ára gamli beiggi hansara hevði funnið eina lødda byrsu í einum klædnaskápi heima hjá teimum.

Drongurin tók byrsuna og setti seg at spæla við henni, men áðrenn hann visti av, gekk skotið av og rakti tann tvey ára gamla beiggjan í bringuna.

Løgreglan í Los Angeles sigur, at talan var um eitt syrgiligt óhapp.