At sumt, sum sent verður í sjónvarpi, kann hava negativar fylgjur og fáa álvarsligar avleiðingar, munnu mong dømi vera um.
Dagbladet .no skrivar um ein 9 ára gamlan pakistanskan drong, sum hevur hongt seg eftir at hava sæð í sjónvarpi, hvussu fyrrverandi irakski einaræðisharrin varð tikin av døgum.
Tann 9 ára gamli doyði, tá ið hann royndi at eftirgera tað, sum hann hevði sæð í sjónvarpinum.
Tað var 10 ára gamla systirin hjá Mubashar Ali, sum hjálpti tí 9 ára gamla at binda eitt reip í takrennuna í húsunum, tey búðu í.
Tað sigur løgreglan í Pakistan.
Hini í familjuni hildu, at børnini spældu og høvdu ongan varhuga av tí, sum systkini vóru í ferð við at gera.
- Kona mín og eg lupu til fyri at bjarga Mubashar Atli, tá ið systirin rópti um hjálp, men sonurin doyði, sum avleiðing av myndunum, hann hevði sæð í sjónvarpi, sigur pápin, Alamgir Paracha.