Níggju nýggir dómarar í borðtennis

Danski Preben Søndergaard hevði um páskini dómaraskeið í Havn, og var hann púra ovfarin av góða úrslitinum

Borðtennissamband Føroya skipaði 1. páskadag fyri dómaraskeiði. Skeiðs­haldari var altjóða dómarin og instruk­tørurin, Preben Sønder­gaard úr Danmark.
Níggju luttakarar vóru á skeið­num og skuldu teir eftir fýra tímum av undirvísing til roynd, har teir skuldu svara 50 spurningum. Tað gekst teimum sera væl. Umframt at allir kláraðu royndina fingu teir tað felags skoðsmál frá undir­vísaranum, at úrslitið var hitt besta, hann nakrantíð hevði sæð – og nevnast skal, at Preben Sønder­gaard hevur útbúgvið hundraðtals dómarar.
2. páskadag skuldu nýggju dóm­ararnir til eina praktiska roynd og dømdu teir allir í minsta lagi tveir dystir hvør í innleiðandi um­før­unum í FM-kappingini, sum vórðu spæld í skúlanum við Løg­manna­breyt í Hoyvík.