Níggju milliónir meira í skatti enn ætlað

Sunda kommuna fekk níggju milliónir krónur meira inn í skatti í fjør enn væntað. Samstundis brúkti kommunan 1,5 milliónir krónur minni enn ætlað

Stórar íløgur verða gjørdar í Sunda kommunu. Skúli og ítróttarhøll verða bygd og umstøðurnar kring vøllin við Margáir verða betraðar.

– Tá ið skúlin, ítróttarhøllin og arbeiðið við Margáir er liðugt, hava vit eitt lán uppá 70 milliónir krónur. Tað svarar til 0,8 prosent av álíkningini. Vit hava gjørt avtalu um at rinda alt lánið aftur yvir  sjey ár. Hóast vit skulu rinda nógv í lánum komandi árini, so fara vit at hava umleið seks milliónir krónur til aðrar íløgur hvørt ár, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Fólkatalið í Sunda kommunu fór uppum 1.800 fólk um ársskiftið.