Í dag var stóra løtan í matstovuvinnuni, tá ið tað varð avdúkað, hvørjar matstovur fóru at fáa Michelinstjørnum í hesum umfari.
Tað var á hátíðarhaldið í Keypmannahavn nú seinnapartin, at tað varð avdúkað, hvør fekk stjørnurnar, og í hesum umfari vórðu tíggju stjørnur lætnar til matstovur í Danmark, Svøríki og í Finnlandi.
Sjey matstovur fingu sína fyrstu stjørnu í kvøld. Fyrsta matstovan at fáa eina stjørnu í kvøld, var matstovan, Grøn, í Helsinki, aðru stjørnina, fekk Matstovan, Galt í Oslo. Triðju stjørnina fekk matsrovan, Sav, í Malmø í Svøríki. Og eisini matstovan, Aloe, í Stokkholmi, matstovan, Agrikultur í Stokkholmi, matstovan Me/Mu í Vejle matstovan, Jordnær, í Gentofte, fingu sína fyrstu Michelinstjørnu í kvøld.
Tvær matstovur fingu sína aðru stjørnu í kvøld. Tann fyrsta var matstovna, Daniel Berlin, í Skåne fekk sína aðru stjørnu, og tað fekk matstovan, Kadeau í Keypmannahavn, eisini.
Michelin stjørnur verða ikki lætnar fyri lívið, tí varðveita matstovurnar ikki tað høga støðið, kunnu tær missa stjørnina aftur.