Fótbóltur
Í gjárkvøldið var 9. umfar í bestu fótbóltsdeildini avgreitt. Harvið er fyrsti triðingurin av kappingini farin afturum. Fyrsta umfarið í næsta triðinginum verður ikki fyrrenn annað vikuskiftið. Formuladeildin heldur frí í vikuskiftinum. Tað kemst av landsdystinum, sum verður í Estlandi mikukvøldið í næstu viku.
Ikki uttan orsøk plagar at verða tikið til, at tað er torført at standa seg hjá liðunum, sum eru flutt upp, og tað plagar eisini at verða sagt, at tað ofta hilnast illa hjá liði, sum hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð.
Um mett verður út frá úrtøkuni í fyrsta triðinginum av kappingini, so passar fyrra útsøgnin ikki so væl, sum hon ofta hevur gjørt, meðan seinna útsøgnin passar væl betri enn tann fyrra.
B68 og ÍF eru uppflytarar. Felags fyri liðini er, at tey hesa ferð taptu við einum máli ímóti favorittunum úr høvuðsstaðnum. Tað er eisini felags fyri tey bæði eysturoyarliðini, at tey eftir fyrsta triðingin av kappingini ikki eru í vanda fyri at flyta niður, og at tey í einstøkum umførum hava víst nakað av tí besta fótbóltsundirhaldinum, sum higartil hevur verið at sæð.
Í fjør flutti AB niður við 17 stigum, og í fyrraárið flutti B68 niður við 18 stigum. Úrtøkan hjá ÍF og B68 hevur higartil verið ávikavíst 10 og 11 stig. Sum gongdin higartil hevur verið hjá teimum báðum niðastu, so kann tað væl hugsast, at tað fyri at sleppa undan niðurflytingini verður neyðugt at skava kanska 17-20 stig saman. Harvið ber til at ímynda sær, at B68 og ÍF eftir fyrsta triðingin av kappingini hava savnað meiri enn helmingin av tí, sum skal til hjá teimum fyri at røkka málinum, sum tey hava sett sær fyri hetta kappingarárið. Tað er at sleppa undan at flyta niður.
Hjá meistarunum í NSÍ hevur tað gingið striltið. Vónin at endurvinna FM heitið tykist eftir fyrsta triðingin av kappingini ikki at skula verða veruleiki. Eftir ellivu umfør er NSÍ ellivu stig aftanfyri EB/Streym. Hugburðurin hjá meistarunum tykist framvegis vera góður, men leikliga restar nógv í FM taktirnar frá í fjør. Hóast gongdin ikki hevur verið nakað serlig, so bendir avgjørt einki á, at støðan skal verða, sum hon var eitt nú hjá B71 árið eftir, at sandoyingar høvdu vunnið fyrsta og higartil einasta FM heitið. Tá flutti B71 niður!
Undanfarnu árini hava nógvir venjarar fingið sekkin. Í fjør stóðu feløgini mest sum í bíðirøð fyri at siga venjararnar úr starvi. Tað er merkisvert, at tað eftir fyrsta triðingin av kappingini framvegis eru teir somu tíggju, sum hava ábyrgdina.
Sambært omanfyri standandi so kundu tað kanska verið tey bæði botnliðini og meistararnir, ið vóru besta boðið upp á at skifta venjara. Einki bendir kortini á, at hesi feløgini hugsa um at skifta venjarar.