Níggju kommunur skylda ov nógv

Politiska leiðslan hjá kommununum hevur í ov stóran mun mangla skynsemi, sigur Fíggjarmálaráðið Í fjør var talan um stórt hall hjá føroysku kommununum. Somikið stórt, at sjey av kommununum í fjør komu upp um skuldarmarkið upp á eina álíkning. Frammanundan vóru Skopunar og Vágs kommuna eisini omanfyri markið, og telur listin við mest skuldartyngdu kommununum - umframt tær báðar - nú eisini Klaksvíkar, Nes, Runavíkar, Eiðis, Sunda, Sands, og Tvøroyrar kommunu.

Sambært fíggjarætlanunum hjá kommunum fyri 2009 verður samlaða hallið í ár 124 mió kr., men fíggjarmálaráðið vísir á, at hjá flestu kommunum fara skattametingarnar ikki at halda í ár, og at tað tí væl kann verða neyðugt at skerja útreiðslurnar og harvið virksemið.

Í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum, verður beinleiðis sagt, at kommunalu myndugleikarnir hava vantað skynsemi, tá um útreiðslur og inntøkur ræður.