Níggju hava søkt á Ziskatrø

Níggju hava søkt tað tíðaravmarkaða starvið sum skúlastjóri á skúlanum á Ziskatrø í Klaksvík. Tað stóð ikki á hjá mentamálaráðnum at fáa umsøkjarar til skúlastjórastarvið á Ziskatrø í Klaksvík, sjálvt um starvið er tíðaravmarkað til fimm ár. Tá freistin at søkja var úti í gjár, vóru níggju umsóknir komnar, skrivar Dimmalætting.

Síðan Asbjørn Lómaklett seg frá sum skúlastjóri, hevur leingi ógreiða valdað um, hvussu leiðslan á skúlanum fór at síggja út. Klaksvíkar býráð ætlaði at hava felags leiðslu á skúluunum í kommununi, men tað bar ikki til. Ístaðin fyri samdust býráðið og mentamálaráðið um at tíðaravmarka starvið til fimm ár.

Skúlin á Ziskatrøð er ein av teimum størstu í landinum við 377 næmingum og 35 lærarum.