Nýggju farmaskipini mugu nýta Skansabryggjuna

Faroe Ship fær tvey nýggj farmaskip í summar og heyst, og tey kunnu ikki leggja at í Havn, um Skansabryggjan ikki verður gjørd liðug. Í fyrsta umfari er ein neyðloysn gjørd

 

– Vit fáa eitt skip í summar og eitt í heyst. Skipini stinga so djúpt, at tey klára ikki at leggja at innan fyri molan. Tað er tí sera týðandi fyri okkum, at Skansabryggjan verður liðug, so at skipini kunnu leggja at bryggju, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship.

Nýggju skipini hjá Faroe Ship, sum Eimskip letur byggja, Bruarfoss og Dettifoss skulu avloysa Godafoss og Laksfoss. Skipini verða bygd í Kina. Skipini eru væl størri. 180 metrar lang og 31 metrar breið. Men tann stóri trupulleikin er serliga dýpdin, tí at skipini stinga max 12 metrar, og innanfyri molan er tað max 9 metrar, sambært Boga P. Nielsen.

Umvælingarnar skulu nú gerast á Skansabryggjuni, og ein partur av bryggjuni kann væntandi takast í brúk fyrst í juni, og alt arbeiðið verður ætlandi liðugt um hálvan november, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Skaðin kostar 70 milliónir – Betri Trygging vil ikki rinda

– Seinkingarnar við Skansabryggjuni hava ávirka okkara ætlanir sera nógv. Fyri okkum var tað kanska gott, at byggingin av skipunum hevur tikið eitt sindur longri tíð. Men okkara ætlan var, at leiga størri skip inn og longu nú nýta nýggju Skanskabryggjuna, men tað hava vit ikki kunna, sigur Bogi P. Nielsen.

##med2##

Hann vísir tó á, at teir hava havt gott samstarv við Tórshavnar havn.

– Í fyrsta umfari verður ein neyðloysn gjørd, so at vit fáa lagt at við nýggju skipunum, og at vit fáa sett kranarnar á bryggjuna. Í fyrsta umfari fara vit tí at leggj aat á øvutu síðu av bryggjuni, til arbeiðið við Skansabryggjuni er ordiliga liðugt, sigur Bogi P. Nielsen.
Nýggju skipini skulu sigla í ferðaætlan millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skandinavia.