Tá freistin til at søkja starvið sum heilsu- og umsorganarstjóri hjá Tórshavnar kommunu var úti á midnátt, hevði kommunan fingið níggju umsóknir til starvið. Tað upplýsir Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, fyri in.fo.
Starvið varð annars lýst leyst av nýggjum, tí kommunan metti, at tað vóru ov fáir skikkaðir umsøkjarar, tá fyrsta freistin var farin. Tað loysti seg eisini, tí trivnaðarstjórin metir, at kommunan hevur nokk av umsøkjarum at velja millum nú.
- Vit teimum umsóknum, ið vit longu høvdu frammanundan, og teimum nýggju, ið eru komnar, so hava vit nokk av skikkaðum umsøkjarum. Nú verður so farið í gongd við sjálva setanartilgongdina, sigur Jóan Petur Hentze.
Væntandi verður nýggjur stjóri settur áðrenn mánaðurin er lokin.