Níggju fólk skotin í amerikonskum stórhandli

Minst níggju fólk doyðu, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki í einum stórhandli í býnum Omaha í amerikanska statinum Nebraska -Níggju fólk eru deyð, og drápsmaðurin er ein teirra. Hann tók lívið av sær, sigur talskvinnan hjá løgregluni í Omaha.

Tilburðurin var í einum stórhandli hjá handilsketuni Von Maurs, og handilin var fullur av fólki, sum vóru komin at keypa til jóla. Sum skilst doyðu sjey fólk beinanvegtin, og tey væði seinastu doyðu eftir at vera komin á sjúkrahús.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at drápsmaðurin var 19 ára gamal, og at hann leið av tunglyndi eftir at hava mist bæði gentuna og arbeiðið. Sagt verður, at maðurin hevði skrivað mammu síni eitt skilnaðarbræv, áðrenn hann fór í handilin við byrsuni.