Ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina á flogvøllinum í býnum Jalalabad har suðuri í Afghanistan í morgun. Myndugleikarnir siga, at maðurin sat í einum bili, tá hann sprongdi bumbuna. Níggju fólk doyðu, og 10 vórðu særd.
Taliban kunngjørdi stutt eftir, at rørslan hevði skipað fyri atsóknini, og at hon varð framd fyri at mótmæla, at amerikanskir hermenn settu eld á nøkur eintøk av koranini herfyri. Amerikanska herleiðslan og Barack Obama, forseti, hava biðið afghanar um umbering fyri atburðin hjá hermonnunum, men tað hevur ikki sissað Taliban og aðrar víðgongdar kreftir.
Hamid Karzai, forseti, hevur fordømt bókabrenningina, men hann hevur lagt afturat, at afghanar hava víst sína misnøgd, og at tíðin er komin til at binda frið og at hyggja frameftir.