Nú er greitt, hvør stillar upp fyri Javnaðarflokkurin til býráðsvalið á Tvøroyri tann 13. november.
Á listanum eru níggju valevni, fimm mannfólk og fýra konufólk.
Allir fýra býráðslimirnir hjá flokkinum stilla aftur upp hesuferð. Tey eru Kristin Michelsen, borgarstjóri og harumframt eisini Jens Johannesen, Malla Dam og Pauli Einarsson.
Hini fimm valevnini eru Trygvi D. Strøm, Bjarni Hammer, Marit Poulsdóttir, Bjørg Rasmussen og Miriam Solmunde.
Myndina tók Eileen Sandá.