Níggju bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Átta bilførarar fingu bót, og ein bilførari fekk bót og klipp í koyrikoyrtið, tá løgreglan kannaði ferðsluna í Kollafirði tíðliga í gjáramorgunin.

 

Bilførararnir vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har hámarksferðin er 50 km/t. Bilførararnir, sum vórðu tiknir, koyrdu millum 65 og 76 km/t.

 

Løgreglan kannaði ferðsluna í Kollafirði um áttatíðina í gjáramorgunin.