Nýggjasti millióningur í Føroyum

Fríggjakvøldið fór Sigrun Petersen við enn einum milliónvinningi í Gekkinum. Milliónin skal brúkast til húsaskuld, góðar jólagávur og eina dreymaferð hinumegin jørðina

Nýggjasti millióningur í Føroyum eitur Sigrun Petersen.

Tað varð greitt eftir at gekkahjólið varð snarað fríggjakvøldið.

Hetta er aðru ferð, at vinningurin í Gekkinum rundar milliónina og hetta er somuleiðis aðru ferðina, at vinnarin situr í Klaksvík og snarar hjólinum.

Sigrun Petersen er úr Klaksvík, men býr í Hoyvík og nú var hon í Klaksvík og ferðaðist.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, var hon stødd í einum húsum, bara tvey hús frá, har Heidi Restorff var stødd, tá ið hon vann sína 1,2 millión í Gekkinum síðst í september.

Sigrun Petersen sigur, at hon spælir Gekk onkuntíð, men at hon er ikki fastur spælari.

Hon er sjálvandi ómetaliga fegin um vinningin.

Sjálv er hon sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, har maðurin er radiografur, so tey hava bæði sína dagligu gongd á okkara meginsjúkrahúsi.

- Ein verður so ikki millióningur av at vera sjúkrarøktarfrøðingur, smekkar hon til.


Mundi valt skeivt

Tað tók sína tíð at fata, at hon av álvara varð vorðin millióningur upp, soleiðis í eini handavending.

Men tað skuldi eisini eitt vink frá dóttrini til.

- Eg ætlaði at velja tann bláa Gekkin, tí mær dámar so væl blátt. Men dóttir mín vildi hava meg at velja tann reyða gekkin, so tað eftirlíkaði eg, greiddi hon frá í Jólaradio á Rás 2 seinnapartin leygardagin.

Tað angraði hon ikki!


Húsaskuld og dreymaferð

Sigrun Petersen kann saktans finna upp á okkurt at brúka vinningin til.

Eftir at hava búð niðri í 15 ár, flutti hon og maðurin heim og fyri trimum árum síðani keyptu tey hús í Hoyvík.

So ein góður partur av vinninginum skal brúkast til húsaskuld.

Men jólagávurnar verða uttan iva størri í ár, enn ætlanin var. Tá ið hon vann, var hon ikki liðug at keypa jólagávur, so tey, sum hon manglaði at keypa til, mugu sigast at hoyra til tey hepnu.

Og so hevur hon ein dreym um at sleppa til Hawaii at ferðast.

Hon sigur, at hon hevur í fleiri ár droymt um at sleppa til Hawaii at ferðast tí fyri hana hevur tað verið tað mest eksotiska staðið ið ber av øllum.

- Tað verður kanska í summar at vit gera álvara av, sigur hon.