Ein fjarstýrdur kavbátur hevur funnið afturendan á Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið um summarið í 2009 á veg úr Rio de Janeiro til París. Flogfarið var av slagnum Airbus A330, og á hesum flogførunum er tann svarti kassin har afturi í flogfarinum, og tí hava teir fronsku myndugleikarnir fingið eina vón um at finna kassan, sum hevur upplýsingar um tað, sum hendi í flogfarinum, skrivar Der Spiegel.
Vanlukkan við Air France-flogfarinum verður roknað sum ein av teimum størstu gátunum í nútímans flogferðslu, og serfrøðingar bíða spentir eftir, um tað eydnast at finna tann svarta kassan og at loysa gátuna.