Drívmegin í savninum er leitanin eftir kærleika, Gudi og eins leikluti í lívinum.
Í flestu av yrkingunum hómast ein ivasom sál, sum setir orð á sínar innastu kenslur um stórar spurningar so sum kærleika, svik, trúgv ella ynski um at trúgva. Aðrar bera meir dám av gerandistonkum um at drekka seg fullan, hyggja eftir konufólki ella standa á flakavirki og droyma um at gerast stjørna.
Heart Broke Believe er skipað í tríggjar partar. Yrkingarnar í fyrsta parti eru á føroyskum, meðan tær í øðrum og triðja parti eru á enskum.
Í alt 43 longri og styttri yrkingar eru í savninum, sum er givið út á egnum forlagi.