Nýggjar tunnlar áðrenn kommunusamanlegging, takk!

Í hesum døgum verður dúgliga kjakast um kommunusamanlegging og nýggjar tunnlar norð um fjall.

Sjálvur siti eg sum býrðaslimur í Klaksvíkar Kommunu, eri búsitandi í Árnafirði og koyri tí dagliga ígjøgnum hesa vandamiklu farleið. Tøl vísa, at tað koyra umleið 1200 akfør dagliga ígjøgnum tunnlarnar, eg haldi at vit her norði skulu boða landsmynduleikinum frá, at vit vilja ikki hoyra talan um kommunusamanlegging, so leingi farleiðin her norði er ein sonn deyðsfella.
Við at gera nýggjar tunnlar, so skapa vit arbeiði, sum so aftur skapa inntøkur til kommunur, landið, fyritøkur, og arbeiðsfólk, umframt at vit skapa vøkstur í økinum við fleiri vitjandi, fleiri búsetingar og eitt hav av ótarnaðum vinnumøguleikum.
Men sum nú er, so er hendan farleið eitt haft um beinið hjá teimum, sum vilja skapa nakað her norði, eg kann líka nevna, vit fáa átta stór ferðamannaskip til Klaksvíkar í 2012, og okkurt av hesum skipum koma at hava umleið 4.000 fólk umborð, og sum støðan er, so vera lítlir møguleikar at bjóða tilboð til útferðir norð um fjøll við okkara ótryggu farleið.
Tað er í hesum døgum, at tað almenna skal skapa nakað, tað er ein afturvendandi trupulleiki hjá landinum. Tá góðar tíðir eru, so vera nógvar milliónir brúktar til at kappast við tað privata, tí eigur landið at leggja til síðis í góðum tíðum og vera arbeiðsskapandi í ringum tíðum, soleiðis at tær búskarligu bygjurnar ikki merkjast so væl hjá borgarum.
Íðstaðin fyri at hugsa nýggjar og alternativar vinnur, so verður tað nemma gjørt hvørja ferð, at leggja fleiri byrðar omanvá skattgjaldaran, við at hækka skattin, og seta avgjøld á.
E. S.: Tá hetta er sagt, so skal eg samstundis vera ein tann fyrsti norðoyingurin at siga, sjálvandi skal skúladepilin í Havn eisini gerast á Marknagili, klára politikkarnir ikki at gera bæði, so er hugflogið ov lítið, og burdu teir funnið hurðina.
Nýggjar tunnlar áðrenn Kommunu-samanlegging – takk…!!!
www.atli.fo

Atli Steinbjørn Justinussen?, býraðslimur?, Árnafjørður