Í eini uppgerð hjá Hagstovu Føroya fyri tíðina 1. september 2017 til 1. september 2018 var fólkavøksturin í Nes kommunu heili 4,4 prosent, meðan vøksturin í Føroyum sum heild í sama tíðarskeiði var 1,6 prosent. Tað var bara í Kunoyar kommunu, at vøksturin var størri enn í Nes kommunu.
Nes kommuna hevur samtykt at fara undir tvær nýggjar útstykkingar. Báðar hesar útstykkingar eru projekteraðar, men tað verður eftirspurningur og fíggjarumstøður, sum koma at gera av, nær farið verður í holt við hesar.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at í framhaldi av Gaddavegnum – frá húsunum hjá Halduri Vang og inneftir – eru níggju grundstykki projekterað, og her er jørðin eisini keypt. Kommunan hevur eisini keypt lendið í framhaldi av Høganesvegi og inn í hagan, har 11 grundstykki eru projekterað.
- Fólk kunnu tekna seg til grundstykki á hesum báðum útstykkingum, og higartil hava 10 ynskt at sleppa at byggja í framhaldi av Høganesvegi – og fýra í framhaldi av Gaddavegnum, sigur borgarstjórin.
Í løtuni er eingin bíðilisti eftir grundstykkjum í Nes kommunu. Øll 24 grundstykkini við Lýarsveg eru seld, harav fimm hús eru bygd ella verða bygd í løtuni. Harumframt er byggiloyvi givið til onkur hús aftrat við Lýarsveg.
- Enn eru eini tvey grundstykki eftir við Gaddaveg, og kring um í kommununi annars eru eisini onkur grundstykki seld seinnu árini, sum enn ikki eru bygd, sigur borgarstjórin í Nes kommunu.