Nýggjar útgávur

Friðaðir stórhvalir og eftir Kristi føðing eru myndaevnini á nýggju frímerkjunum, sum Postverk Føroya gevur út

 

FRÍMERKI

Mánadagin koma seks nýggj frímerki á marknaðin. Friðaðir stórhvalir er myndaevnið á fýra frímerkjum, sum Edward Fuglø hevur sniðskapað. Talan er um avgustin, sum livir í øllum teim stóru heimshøvunum, nebbafiskin, sum livir í einum øki kring pólarnar og í Norðuratlantshavi, royðin, sum reikar kring pólleiðirnar, og seiðhvalin, sum heldur til á pólleiðunum bæði í Atlantshavinum og Stillahavinum. Virðini á frímerkjunum eru 4.50, 6.50, 9.00 og 20.00 krónur.

Eftir Kristi føðing er myndaevnið á tveimum frímerkjum, virði 4.50 og 6.00 krónur, sum eisini koma út mánadagin. Anker Eli Petersen, sum hevur sniðskapað hesi bæði frímerkini, hevur gjørt nógv frímerki fyri Postverk Føroya, sum lýsa átrúnaðarlig myndaevni og tekstir. Hesi bæði eru tey seinastu í røðini um upphavið, Kristi føðing og avleiðingarnar av hesum.


Nýggj heimasíða

Sum eitt stig í tænastuveitingunum mótvegis viðskiftafólkinum hjá Postverki Føroya og fyri at styrkja leiklutin hjá frímerkinum sum mentunarberi, hevur Postverk Føroya gjørt eina siðsøguliga heimasíðu, tey kalla www.tjatsi.fo. Endamálið við hesum dátagrunni er, at hann skal verða ein livandi og samvirkandi depil fyri fólk við áhuga fyri siðsøgu, og ein íblástur hjá frímerkjasavnarum við serligum áhuga fyri júst hesum evnisvalinum. Tjatsi, sum er á fýra málum: føroyskum, donskum, enskum og týskum, verður sum frálíður víðkað við tilfari frá frímerkjaútgávum. Umframt við viðkomandi tilfari frá frímerkjaútgávum í øðrum londum.