Ì Føroyum verðu tað øllum kunnugt nýttir seðlar og myntir at gjalda við. Hóast nógv tey flestu oftani nýta gjaldskort at gjalda við, so er tørvurin framvegis stórur á teimum góðu gomlu seðlunum og myntunum.
Fyri kortum fingu føroyingar ein nýggjan hálvtrýsskrónuseðil. Um eitt ár ella so kemur eisini ein nýggjur føroyskur hundraðkrónuseðil. Nýggju føroysku pengaseðlarnir verða gjørdir í sambandi við, at danir hava skift allar teirra seðlar út við nýggjar, og tá skulu eisini teir føroysku seðlarnir skiftast út.
Tað eru tó ikki einans seðlarnir, sum verða skiftir út. Eisini myntirnar verða skiftar út við jøvnum millumbili. Rættari hevði heldur verið at sagt, at tær verða broyttar av og á, tí skapi og evni eru tey somu sum áður.
Orsøkin til, at vit nú fáa nýggjar myntir skyldast, at nýggjar andlitsmyndir eru gjørdar av drótningini. Síðani tann núverandi røðin byrjaði í 1989, so er andlitsmyndin av drótningini broytt tvær ferðir. Orsøkin er tann, at roynt verður altíð at hava eina so hóskandi mynd av drótningini sum gjørligt.
Nýggju myntirnar vórðu givnar út í gjár (mikudagin). Tað er Mogens Møller, myndahøggari, sum hevur prýtt myntirnar við nýggjum andlitsmyndum av drótningini.
Gomlu myntirnar kunnu tó framvegis enn nýtast sum gjaldføri.